Kertuljós kunnu innihalda dálkandi evni, so sum muskxylen og blýggj. Muskxylen er bólkur av angandi evnum, sum kunnu finnast í angandi kertuljósi. Blýggj kann vera í summum veikum, men hetta kemur helst ikki so ofta fyri longur.
Kertuljós, sum eru merkt við Svanamerkinum, innhalda ikki muskxylen og blýggj. Svanamerkið er ein trygd fyri, at útlátið av skaðiligum evnum frá brenningini av kertuljósinum, er avmarkað mest møguligt. Tá svanamerkt ljós verða framleidd, skal í minsta lagi 90 % av rávøruni stava frá keldu, sum endurnýggjast, sum t.d. stearin. Stearin verður fingið úr feitti, oftast neytafeitti. Við hvørt ber eisini til at keypa kertuljós, sum eru gjørd úr øðrum sløgum av feitti, t.d. føroyskari seyðatálg. Eisini er lætt sjálv/ur at gera stearinljós úr seyðatálg: smeltað varisliga tálgina saman við sindur av vatni, síla gjøgnum klæði og stoyt í hóskandi eldføst íløt og set veik í!
Kertuljós úr stearini ella øðrum feitti, elva ikki til økt útlát av vakstrarhúsgassi, tá tey verða brend. Tað gera kertuljós gjørd úr paraffini, sum eitt evni sum er vunnið úr ráolju. Nógv kertuljós á handilshyllunum eru úr paraffini.
|
|
Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarlig kertuljós. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Svananum ella Blómuni, er tað trygd fyri:
|
|
|
|
Kertuljós og restir av kertuljósum skulu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|